Tá AME-Føroyar verður vikuskiftið 13. og 14. apríl verður m.o. ein svenskur bólkur á skránni. Atlantic Music Event hevur fingið myspace síðu, og á hesi síðu verður kunngjørt, at svenska Molinder Band spælir
Hetta er bólkurin hjá svianum Jonas Molinder. Jonas sigur sjálvur, at íblásturin til lagskrivingina kemur frá tónleikinum, ið merkti hansara barnaár, nøvn sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten og Phil Collins. Bólkurin hevur givið tríggjar EP?ir út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004). Eftir ein steðg, har Jonas leitaði eftir nýggjum íblástri, stovnaði hann egið plátufelag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni tónlistarligu yrkisleið. Í apríl kemur fløgan In The Room With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Tað verður sostatt ein plátuaktuellur bólkur, ið vitjar á AME.
Eisini er greitt, at GBOB vinnarin Dejavu spælir á tiltakinum. Á myspace síðuni www.myspace.com/atlanticmusicevent, vísir AME á, at nógv fleiri nøvn verða avdúkaði. Tað er longu greitt, at vinnararnir av ársins fløgu hjá Dimmalætting og á Planet Awards, The Dreams og Teitur eru boðin við, enn er tó einki alment, um hesir bólkar fáa luttikið. Eisini hevur ljóða, at fleiri onnur útlendsk nøvn fara at luttaka.










