Arbeiðsfólk frá Pihl & Søn hava seinastu mánaðirnar arbeitt við at breiðka molan í Havn. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og seinastu maskinurnar eru rullaðar av staðnum, og arbeiðsfólkið hevur pakkað saman.
Enn er asfalt ikki lagt á nýggja økið av molanum, men tað var heldur ikki við í tilboðnum. Avtala er gjørd við Landsverkfrøðingin um at asfaltera økið.
Tað, sum enn liggur á láni, er, at umboð frá býráðnum og Tórshavnar Havn skulu kanna arbeiðið nærri og tryggja sær, at alt er væl úr hondum greitt. Hetta verður væntandi eingin trupulleiki, og arbeiðið verður óivað góðkent.
Tað er Tórfinn Smidt, sum er formaður í Havnarnevndini hjá býráðnum, sum á samkomu í morgin alment skal taka ímóti arbeiðnum.
Enn er ikki heilt greitt, hvør kostnaðurin verður, tí arbeiðið við tølunum er ikki heilt liðugt enn. Kostnaðurin fer at liggja um 40 milliónir krónur, men tað tað neyva talið er ikki klárt enn.
Arbeiðið fevnir um eini 15.000 fermetrar av nýggjum bryggjuøki.









