Hóast tarnað av nógvum brimi og vánaligum veðri, hildu bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan, sum var upp á umleið 1 mió krónur.
Arbeiðið varð avhendað 20. juli, hóast ikki alt var heilt liðugt tá.
Annars kann nevnast, at landsverk eisini ger ábøtur á vegakerv og havnarløg í Fugloy, Svínoy, Kallsoy, Mykinesi og í Skúvoy. Í Stóru Dímun er stuðul latin til liðugtgerð av einum sláturhúsi.










