Molin í Havn verður »bjálvaður«

Nevndin í Tórshavnar Havn, Havnarnevndin, hevur eisini samtykt at seta fýra fendarar á endan á molanum í Havn.

Hetta verður gjørt til tess at forða fyri, at stór skip, ið koma á Havnina, skulu fáa skaða av at bera við molan, um tað skuldi hent.
Trupult er at verja sjálvt hornið á molanum uttan fendarar, sum eru gjørdir til endamálið.
Avgjørt er tí at seta fýra fendarar á molan.
Arbeiðið kostar góðar 400 túsund krónur.

Flótibrýr til útróðrarbátar
Tórshavnar Havn fer í næstum eisini at útvega tvær nýggjar bátabrúgvar at leggja út á vestaru vág.
 Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum burturav liva av útróðri í høvuðsstaðnum, sigur Leivur Hansen, formaður í Havnarnevndini.
Sum er hava hesir menn onki fast bátapláss.
Leivur Hansen sigur, at ætlanin er at leingja »longubrúgv«  bátabrúgvin, ið liggur tvørturum vágna  við teimum báðum nýggju bátabrúgvunum.
Hetta skuldi givið pláss til 14 stórar bátar.
Kostnaðurin fyri bátabrúgvar og útlegging er góðar 500 túsund krónur.

Tryggari at ganga á bátabrúgvunum
Tá tað frystur um veturin, gerast flótibrúgvarnar sera hálar.
Á brúgvunum er onki at halda í, og er tí skjótt at vera áhaldsin.
Havnarnevndin hevur tí gjørt av at seta jarnverk eftir miðjuni á øllum flótibrúgvunum.
Nevndin hevur í hesum sambandi tikið av einum tilboði upp á uppseting av galvaniseraðum jarnverki uppá 150 túsund krónur.
Øll omanfyrinevndu arbeiði verða fíggjað av íløgukontuni hjá Tórshavnar havn.