Moldvarp og Kringvarpsmentan

Aftursvar til Thomas J Askham.

Vit vilja hervið gera vart við, at vit vistu einki um, at umboð fyri Moldvarp Føroya vóru tilstaðar og gjørdu upptøkur, tá vit skipaðu fyri kjakfundi dagin fyri løgtingsvalið.

Thomas J Askham sigur í bløðunum í dag sína hugsan um tað, hann kallar Moldvørpu-mentan í Sjónvarpi Føroya. Í grein sínari nevnir hann kjakfundin, sum varð hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi dagin fyri valið, har allir floksformenn tóku lut.

Á fundinum fekk Jenis av Rana ein spurning, sum snúði seg um viðurskiftini hjá samkyndum.

Thomas J Askham skrivar, at starvsfólkini í Kringvarpinum brúktu almenna fundin til moldvarpasendingina, og at “Tað, sum politikkararnir ikki vistu, var, at tað var eitt samanspæl millum tey, sum leiddu politiska fundin og tey, sum gera hesar moldvarpusendingar, ...”.

Vit, sum skipaðu fyri kjakfundinum, visti einki um, at upptøkur vórðu gjørdar til Moldvarpið á fundinum.
-----------------
Við heilsan,

Sigmar Bláberg, Jón Brian Hvidtfeldt, Finnur Jensen og Elin Winther Poulsen