Teir báðir næstu heimadystirnir hjá U21-landsliðnum í fótbólti verða eisini spældir á ovara vølli í Gundadali. Hesum hevur fótbóltssambandið boðað frá á heimasíðu sínari.
Teir báðir dystirnir móti Moldova og Letlandi verða spældir 5. og 9. september. U21-landsliðið hevur fingið eina fína byrjan, har tey trý stigini, sum liðið vann móti Russlandi, bera við sær, at Føroyar í løtuni eru á øðrum plássi sínum undankappingarbólki. Rumenia er nummar eitt við seks stigum – teir hava vunnið báðar sínar dystir. Annar teirra var ímóti Føroyum, sum teir bastu við fýra málum í Gundadali.










