Moldova hevur stongt loftrúmið

- Kæru ferðafólk. Í løtuni er loftrúmið yvir lýðveldinum Moldova stongt, sigur Air Moldova sambært Reuters.

Moldova, sum er lutfalsliga lítla landið millum Ukraina og Rumenia, hevur fyribils stongt loftrúmið.

 

Tað skrivar tjóðarflogfelagið í Moldova, Air Moldova, á Facebook sambært Reuters.

 

- Kæru ferðafólk. Í løtuni er loftrúmið yvir lýðveldinum Moldova stongt. Vit bíða eftir at taka flúgvingina uppaftur, ljóða boðini hjá flogfelagnum í Moldova.

 

Boðini koma í einari løtu, har spenningur er millum fyrrverandi sovjet lýðveldi Moldova og Russland.

 

Fyrr í dag avvísti Russland ákærunum hjá forsetanum í Moldova, Maia Sandu, um, at landið hevur ætlanir um at  fella stjórnna í Chisinau.

 

Chisinau er landsins høvuðsstaður.

 

Moldova hevur eina ES-vinaliga stjórn, og Maia Sandu legði í gjár Russland undir at vilja fella stjórnina.

 

Forsetin segði, at Russland í hesari royndini hevur sabotørar og provokatørar, klødd sum mótmælisfólk í Moldova.

 

- Slíkt uppáhald eru púrasta ógrundað og uttan hald í veruleikanum, sigur russiska uttanríkisráðið í dag.

 

Dagføring: 

 

Eftir at loftrúmið hevði verið stongt í einar fýra tímar í dag, komu boðini um,  at nú var loftrúmið yvir Moldova latið uppaftur.

 

##med2##