Molde á veg í Europa Cup

Men í kappingini um norska meistaraheitið er tað eingin, sum er førur fyri at hótta Rosenborg, sum hesa ferð var hótt, men í evstu løtu skoraði tey bæði málini, sum vóru nóg mikið at vinna øll stigini

NOREG

Í morgin fer Jákup Mikkelsen at hitta landsliðsfelagarnar, tá teir á Svangaskarði fara undir fyrireikingarnar til landsdystin ímóti Skotlandi. Tað man fara at kennast hugaligt, tí fótbóltsliga er gerandisdagurin í Molde ikki so spennandi.
Luturin hjá Jákupi er framvegis at sita á beinkinum í Molde, har Eddie Gustafsson aftur sunnudagin vardi málið. Molde var suðuri í Moss, og gestirnir komu undan við 3?2 sigri. Harvið heldur Molde væl tørn um triðja plássið, sum ber atgongumerki til Europa Cup við sær.
Mótstøðuliðið, Moss, hevur tað ikki so gott. Teir eru á niðurflytingarleið. Í síðstu viku skiftu teir venjara, men eftir tapið hesa ferð ásannaði nýggi venjarin, at tað verður torført at sleppa undan beinleiðis niðurflyting.
Lítil ella eingin ivi tykist vera um, at tað aftur í ár verður Rosenborg, sum verður norskur meistari. Mikukvøldið stríddust teir og vunnu Europa Cup dystin í Brøndby. Sunnudagin vóru teir á útivølli í Kristiansand. Avgjørda botnliðið Start tóktist skula vinna. Teir vóru á odda 1?0, tá bara ein minuttir var eftir av vanligu leiktíðini, men so skoraði Rosenborg tvey mál og vann 2?1. Sigursmálið skoraði Harald Brattbakk, sum í síni tíð var liðfelagi við Toda Jónsson í FCK.
At úrslitið ikki er greitt fyrrenn dómarin hevur bríkslað síðstu ferð, tá Rosenborg er annað liðið, hevur so ofta verið at sæð. Av fjúrtan teimum seinastu málunum, sum teir hava skorað í tippuliguni, hava teir níggju ferðir skorað í síðstu fimm minuttunum!
Lyn var leingi oddalið í tippuliguni. Í summar hava teir verið í lítlum aldudali, men nú vinna teir aftur mest sum hvørja ferð. Teir eru trý stig aftanfyri Rosenborg og tvey stig frammanfyri Molde. Hesa ferð vunnu teir sannførandi 2?0 á útivølli ímóti Bryne.
Stabæk var leingi ein hóttan ímóti triðja plássinum hjá Molde. Tað eru teir ikki meiri. Hesa ferð taptu teir 2?1 á heimavølli ímóti Viking Stavanger, sum er á fjórða plássi. Teir eru fýra stig aftanfyri Molde, og tað skal ikki so lítið til, áðrenn teir taka bronsuplássið.

Sogndal undansloppið
Odd úr Skien var eisini leingi við í kappingini um triðja plássið. Men nú eru teir rættuliga smokkaðir. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Sogndal. Gamla føroyska felagið var leingi illa spert í botninum. Men nú hevur gingið sum eftir ánni. Sogndal vann 1?0. Málið skoraði Håvard Flo, sum eftir dystin ásannaði, at tað er so sum so við spælinum, men at Sogndal stríðir seg til sigrarnar. Hetta var fjórði sigurin hjá Sogndal upp í slag, og teir eru nú átta stig frá beinleiðis niðurflytingarplássinum.
Hjá Brann í Bergen gongur av skriðuni. Sunnudagin taptu teir 4?0 á útivølli ímóti Bryne. Lagið á viðhaldsfólkunum er heilt vánaligt. Tá íslendski venjarin, Teitur Þordarson, og hansara menn komu aftur til Bergen, kringsettu nøkur viðhaldsfólk bussin. Tey krevja, at venjarin skal leggja frá sær, men íslendingurin tykist vera troyskur.
Í gjárkvøldið skuldi Lillestrøm, sum er illa fyri, spæla á útivølli í Oslo ímóti Vålerenga. Eftir tann dystin verður steðgur í norsku landskappingini inntil annað vikuskifti. Noreg skal leygardagin spæla landsdyst á Ullevaal ímóti Danmark. Bæði í Noregi og Danmark er spenningurin sera stórur undan tí dystinum. Ikki minst eftir at Rosenborg mikukvøldið sendi Brøndby úr europeisku meistarakappingini.