Tippeligan
At tað gongur skjótt báðar vegir í fótbóltsheiminum, kann føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, helst skriva undir uppá.
Mikudagin var hann besti maður á vøllinum í heiðurliga 2-0 tapinum hjá Føroyum fyri Jugoslavia, og millum annað hevði hann bjarging, sum væl tolir samanbergin við tær so væl kendu bjargingarnar hjá Gordon Banks Mexico í 1970 og hjá Peter Schmeichel í Wien í 1997.
Sunnudagin var tó aftur gerandisdagur hjá Jákupi. Tá Molde fyri viku síðani tapti 4-3 fyri botnliðnum, Bryne, mettu fjølmiðlarnir, at Jákup var sekur í onkrum av málunum, og tískil var Jákup ikki á liðnum, tá Molde spældi móti Strømsgodset sunnudagin.
Ístaðin vardi ungi Knut D. Lillebak málið í 3-0 sigrinum. Við einum reinum búri tykist tað tí vera ivasamt, um Jákup sleppur inn aftur á liðið í bræði, ella um hann bara verður noyddur at brynja seg við toli.
Ófriðarligt
Ananrs hevuir verið rættiliga rok í Molde seinastu vikuna. Eigari felagsins, millióningur, Røkke, hevur givið leiðsluni boð um, at nú skal sparast, og sambært VG er talan um at minka rakstrarútreiðslurnar við einum tíggju milliónum.
Hetta hevur longu viðført, at tveir av stuðulsleikarum felagsins eru seldir, og tað er meira, enn áskoðaranir vilja finna seg í. Ikki minst tí miðvallarin, Odd Inge Olsen, varð seldur til Rosenborg, sum er liðið, sum Molde vil kappast við.
Undan dystinum móti Strømsgodset vísti áskoðarabólkurin sína ónægd við at fara av stadion beint fyri dystarbyrjan, og í VG í dag siga spælararnir seg eisini skilja støðuna hjá áskoðarunum.
Røkke stendur tó við sítt, og har afturat hevur ríkmaðurin sagt, at hóast hetta kann líkjast einari útsølu, so broytir hetta framvegis ikki málið íu felagnum, sum er at gerast meistari innan 2005.