Molde spilti seg burtur

Rosenborg megnaði bara javnleik leygardagin, men teir gjørdust sunnudagin meistarar, tí Molde tapti á útivølli

NOREG

Ellinta árið á rað hevur Rosenborg úr Tróndheimi vunnið NM í fótbólti. Tað man vera fram ímóti at vera einastandandi í heiminum, og í norsku pressuni siga teir seg ikki ivast í, at tað er heimsmet fyri einstakan spælara, at 36 ára gamli Bent Skammelbrud hevur verið við til at vinna ellivu gullkrónur á rað við sama felag.
Rosenborg spældi leygardagin. Tá vóru teir í Sogndal, og úrslitið var 2?2. Tað merkisverda við uppgerðini var, at trý av teimum fýra málunum vórðu skorað upp á brotsspørk. Sogndal legði seg á odda við brotssparki í 6. minutti, ellivu minuttir seinni javnaði Rosenborg við brotssparki, RBK legði seg á odda í 54. minutti, og sjey minuttir undan leikloki javnaði Sogndal upp á brotsspark.

Molde heilkiksaði
At RBK leygardagin bara megnaði javnleik í næstsíðsta umfarinum gav Molde møguleikan sunnudagin at minka um munin til bara eitt stig undan síðsta umfarinum. Men Molde spilti seg burtur á Nadderud stadion, sum er heimavøllurin hjá Stabæk. Heimaliðið var nógv meiri ágangandi, og einki í Molde avrikinum boðaði frá, at gestirnir stríddust fyri at halda tørn í gullstríðnum.
Úrslitið var 4?2, og harvið var Rosenborg meistari. Tá fimm minuttir vóru farnir, var støðan 2?0. Fyrra málið var skot úr sekstan metrum, og tað næsta var sjálvmál. Á hálva tímanum minkaði Molde um munin við brotssparki. Stutt undan hvíldini økti Stabæk til 3?1, og í 2. hálvleiki høvdu teir nógvar møguleikar, tí Molde royndi at flyta spælið fram á vøllin. Seks minuttir undan leikloki varð tað 4?1, og í yvirtíðini skoraði Molde til 4?2.
Hóast hann mikukvøldið megnaði besta avrikið av øllum í Hannover, so fekk Jákup Mikkelsen ikki pláss í Molde málinum sunnudagin. Jákup sat á beinkinum og hugdi at dystinum, og tað gjørdu tveir av best kendu norðmonnunum eisini. Kjell Inge Røkke sat og blakaði sær fyri at halda heystarkulanum burtur, og norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, sat eisini og tók á við Molde, sum er hansara lið.
Molde vann silvur í 1998 og í 1999. Nú Rosenborg undan síðsta umfarinum er fýra stig undan teimum, er tað greitt, at Molde ikki fer at megna meiri enn silvur í ár. Tað er møguleiki fyri, at Lyn fer at hótta næstfremsta plássið. Í gjárkvøldið skuldi Lyn spæla í Skien ímóti Odd Genland. Um teir vunnu, so eru teir undan síðsta umfarinum á sama stigatali sum Molde.

Meiri venjing
Molde venjarin, Gunder Bengtsson, hevði ætlað, at Molde skuldi vera fyrsta felagið í ellivu ár, sum megnaði at koppa Rosenborg av norsku fótbóltstrónuni. Tað verður ikki í ár, men svenski venjarin er longu farin at fyrireika seg til, hvussu tað skal eydnast komandi ár.
Hann heldur, at Molde spælararnir skulu venja uppaftur meiri, enn teir hava gjørt. Tað eru spælararnir ikki samdir við honum í. Teir halda ikki, at tað hevur sást í dystunum, at teir hava verið verri fyri enn aðrir. Heldur halda teir, at verjan ikki hevur verið nóg avgjørd, tá tað stóð mest á.
? At vit báðu ferðirnar taptu ímóti Rosenborg hevur verið avgerandi, segði Molde venjarin, tá ið tað var greitt, at RBK er meistari fyri 11. ferð.

Sogndal í vanda
Botnliðið Start var á Ullevaal ímóti Vålerengen, sum vann 4?0. Moss tapti 2?0 í Bodø, sum harvið bjargaði sær undan beinleiðis niðurflyting. Moss hongur í sera klønum tráði.
Brann úr Bergen hevði møguleika at tryggja sær eitt ár afturat í bestu deildini. Í steðginum vóru teir á odda í heimadystinum ímóti Lillestrøm, men teir taptu 2?1. Lillestrøm kláraði seg leingi illa, men nú eru teir komnir undan. Nú mugu teir í Bergen bíta negl í hvussu so er eina viku afturat.
Eftir javnleikin ímóti RBK er Sogndal komið undan beinleiðis niðurflytingini, men teir eru framvegis í vanda fyri at gerast partur av endaspæli um pláss í bestu deildini.
Í síðsta umfarinum, sum verður spælt nú sunnudagin, skal Sogndal spæla í Molde. Rosenborg fær vitjan av Brann, og hinir dystirnir eru Lillestrøm?Odd Grenland, Moss?Stabæk, Start?Bodø/Glimt, Lyn?Viking og Bryne?Vålerengen.