Molde slapp við skrekkinum

Stórur dramatikkur var í Noregi, tá ið Tromsø í yvirtíðini í síðsta umfarinum skoraði sigursmálið á útivølli ímóti Rosenborg. Harvið broyttist alt í sambandi við niðurflytingina

NOREG

Síðsta umfarið er spælt í tippuliguni í Noregi. Harvið er landskappingin liðug. Jákup Mikkelsen var fyrrapartin av kappingarárinum partur av liðnum hjá Molde. Hann var einasti føroyski spælarin í Noregi. Í løtuni bendir einki á, at nakar føroyskur spælari fer at vera partur av norsku landskappingini næsta ár. Harvið tykist eitt tíðarskeið at vera liðugt, sum tók seg upp, tá ið Julian Johnsson í januar í 1998 fór til Kongsvinger at spæla. Seinni var hann í Sogndal, har Hans Fróði Hansen og Kurt Mørkøre vóru liðfelagar hjá honum. Í 2001 var eingin teirra eftir í Sogndal. Tá var tað, at Jákup Mikkelsen flutti úr Herfølge og til Molde. Í summar flutti hann til Skotlands, og nú tykist tað altso at verða soleiðis, at eingin føroyingur fer at spæla í Noregi næsta kappingarár.
Tá ið hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at Molde hevur havt fleiri føroyingar til royndarvenjingar. Eitt nú hava fleiri KÍ spælarar verið í sambandi við Molde, men higartil er einki ítøkiligt komið burturúr. Spælararnar, sum tað verður sipað til, eru Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Ovi Nysted.
Molde hevur annars síðani summarsteðgin verið illa statt, og undan síðsta umfarinum var møguleiki fyri ? um tað hevði viljað heilt illa til ? at Molde skuldi flyta niður. Tað er langt frá støðuni í fjør, tá ið teir vunnu silvurkrónurnar. Men Molde slapp við skrekkinum. Í síðsta umfarinum vóru teir í Sogndal, har teir vunnu 3?2. Harvið lyftu teir sær fram á sætta aftasta plássið. Undan síðsta umfarinum hevði veteranurin Trond Strande givið liðfeløgunum av grovfíluni fyri, at teir høvdu verið og dovnir, tá ið Molde í næstsíðsta umfarinum á heimavølli hevði tapt 2?1 ímóti Viking Stavanger. Eftir sigurin í Sogndal segði hann seg vera fegnan um, at hann hevði verið rísin, tí í Sogndal vísti Molde sannan stríðsvilja.
Lyn, sum NSÍ í august spældi ímóti í UEFA Cup kappingini, endaði fimti aftast. Í síðsta umfarinum taptu teir 3?0 á heimavølli ímóti Lillestrøm, sum fekk betri endastøðu, enn teir hava megnað seinastu árini. Men tað er framvegis langt til gamla meistaraliðið Lillestrøm.

Drama í botninum
Undan síðsta umfarinum bendi alt á, at Tromsø skuldi verða annað liðið, sum fór at flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina. Undan vitjanini í Tróndheimi vóru teir undir strikuni, og tað varð mett lítið sannlíkt, at teir skuldu megna at fáa stig og vinna á Lerkendal ímóti Rosenborg. Men tað var júst soleiðis, at tað tók seg upp. Tromsø vann, og teir skoraðu einasta málið, tá ið seinna umfarið var næstan 48 minuttir gamalt. Harvið lyfti Tromsø sær upp á fjórði aftasta plássið.
Hetta var fyrsta ferðin í 38 dystum í landskappingini, at Rosenborg fór av vøllinum, uttan at tað hevði eydnast teimum at skjóta mál. Rosenborg hevði fyri einum seks vikum síðani tryggjað sær meistaraskapin, sum teir alt árið hava ligið til at vinna. Men í leiðsluni í felagnum vóru teir í øðini inn á, at spælararnir ikki skuldu vísa størri stríðsvilja, og harvið geva til kennar, at teir kanska í hugburði vóru farnir í vetrarfrí.
Aalesund hevåði heimavøll ímóti Bryne. Heimaliðið vann 2?0, men tað hjálpti ikki. Eftir eitt ár í bestu deildini flytir Aalesund niður aftur. Hitt niðurflytaraliðið er Bryne, sum legði rygg til 2?0 tapið í Aalesund.
Leikárið hjá Vålerengen verður longt, eftir at teir taptu 3?1 í Brann.