Molde skal spæla í Europa

Í seinastu umfarinum í tippuliguni tryggjaði Sogndal sær við javnleiki í Molde enn eitt ár í bestu deildini

NOREG

Norska landskappingin fór sunnudagin í vetrarfrí. Jákup Mikkelsen var á beinkinum hjá Molde. Í november hava teir frí, men longu 1. desember verður farið undir fyrireikingarnar til nýtt kappingarár.
4.850 áskoðarar møttu til heimadystin ímóti Sogndal. Dysturin endaði 3?3, og tað mundu báðir partar vera nøgdir við. Molde tryggjaði sær silvurmerkini, sum eru tey sættu síðani 1974, og Molde skal komandi ár spæla í UEFA kappingini. Í síðsta umfarinum í fjør kiksaði at vinna tey atgongumerkini.
Sogndal endaði fjórði aftast, og harvið tryggjaðu teir sær enn eitt ár í bestu deildini.
Håvard Flo legði Sogndal framum í 1. hálvleiki, tá hann gjørdist einsamallur við Eddie Gustafsson. Í 2. hálvleiki javnaði Sogndal, og heimaliðið legði seg framum 2?1 og 3?2. Seinna málið fingu teir í síðsta minutti av vanligu leiktíðini. Men í yvirtíðini javnaði Sogndal til 3?3.
Lyn hevði heimavøll í Oslo ímóti Viking úr Stavanger. Gestirnir vunnu 1?0, men høvuðsstaðarfelagið fekk bronsukrónurnar, meðan teir úr Stavanger endaðu á fjórða plássinum.
Meistararnir úr Tróndheimi vunnu 4?0 á heimavølli ímóti Brann úr Bergen. Harald Martin Brattbakk skoraði til 2?0 og 3?0. Harvið gjørdist fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson í FCK fyri fjórðu ferð toppskjútti í tippuliguni.
Brann royndi at leggja trýst á, men tað orkaðu teir bara í ein hálvan tíma. Sjáldan munnu venjari og spælarar á liði, sum hevur tapt 4?0, hava verið í so góðum hýri, sum teir í Brann vóru eftir tapið ímóti Rosenborg. Orsøkin vóru tíðindini um, at Stabæk hevði vunnið 7?2 í Moss. Harvið var greitt, at tað var Moss og ikki Brann, sum skuldi flyta niður saman við Start úr Kristiansand, sum á heimavølli tapti 3?0 ímóti Bodø/Glimt.
Nú skal Brann spæla endaumfar ímóti Sandefjord, og íslendski venjarin í Bergen, Teitur Þórdarson, heldur, at hansara lið hevur góðar møguleikar at varðveita plássið. Tað heldur fráfarandi venjarin í Rosenborg, Nils Arne Eggen, eisini at teir í Bergen hava.
Lillestrøm, sum leingi var illa statt, endaði við sannførandi 3?0 heimasigri á Odd Grenland, og Bryne og Vålerenga spældu 2?2.

Myndatxt
Tað varð sum vant Rosenborg, sum gjørdist norskur meistari, men við øðrum plássinum hevur Molde í øllum førum tryggjað sær europeiska luttøku til komandi kappingarár