NOREG
Jóannes Hansen
Tá Jákup Mikkelsen í venjingardystinum ímóti Viborg mitt í síðstu viku helt tætt tey trý korterini, sum hann var á vøllinum, birtist kanska ein lítil vón um, at hann skuldi fáa møguleikan, tá tað í vikuskiftinum varð farið undir seinna partin av kappingarárinum.
Nú er júst eitt ár síðani, at Jákup kom til Molde. Fyri einum ári síðani spældi hann fyrsta dystin á heimavølli ímóti Rosenborg, tá Molde býurin hevði jass festival.
Í síðstu viku var aftur árligi jassfestivalurin í Molde. Í tí sambandinum varð landskappingardysturin ímóti Odd Greenland úr Skien spældur. 8.137 áskoðarar møttu upp, og teir kundu staðfesta, at venjarin framvegis hevur mest álit á Eddie Gustafsson at røkja uppgávuna millum stólparnar, og at Jákup Mikkelsen harvið var á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Úrslitið var 0?0. Heimaliðið hevði bóltin mest, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar møguleikar. Gestirnir vóru ikki í festival hýri. Teirra setningur var at verja um tað, sum teir høvdu við sær, og tað eydnaðist. Áskoðararnir góvu til kennar, at teir vóru ikki nøgdir við leiklutin hjá Odd í undirhaldinum, men tað legði venjarin hjá Skien liðnum vertin í. Hann og spælararnir vóru komnir fyri at røkka javnleiki, og teir vóru væl nøgdir við, at tað eydnaðist.
Javnleikurin kom illa við, tí Molde vil so fegið vera topplið. Nú fór oddaliðið Lyn sjey stig frá teimum, og tað var møguleiki fyri, at Molde í gjárkvøldið skuldi hóttast á næstfremsta plássinum. Tá hevði Rosenborg heimavøll ímóti Viking úr Stavanger. Um tað eydnaðist Rosenborg at vinna tann dystin, so vóru teir ? hóast tað ikki hevur verið serliga sannførandi higartil í ár ? saman við Molde á næstfremsta plássinum. Og so verða tað teir úr Tróndheimi, sum verða roknaðir sum besta boðið uppá liðið, ið skal megna at fáa Lyn aftur.
Rok í Lillestrøm
Lyn var á útivølli á Åråsen í Lillestrøm. Úrslitið var 1?0 til Lyn, og tað vóru teir á heimaliðnum og serliga áskoðararnir ikki væl nøgdir við. Tá dómarin skuldi fara til hús, noyddist løgreglan at fylgja honum. Sera vreiðir áskoðarar vildu heilsa upp á dómaran, sum teir hildu hevði snýtt teir fyri ikki minni enn tvey brotsspørk.
Øðin mundi ikki minst komast av, at tepra tapið hevði við sær, at Lillestrøm nú er í álvarsligum vanda fyri at flyta niður. Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at Lillestrøm skuldi saman við Molde kappast við Rosenborg um meistaraskapin.
Brann úr Bergen var heppið, tá teir vóru á útivølli ímóti Moss. Teir stútaðu sigursmálið í yvirtíðini.
Størsta undirhaldið mundi vera, tá Bryne hevði vitjan av Bodø/Glimt. Bæði liðini liggja tungt í sjónum, og tá gestirnir tíðliga í 2. hálvleiki høvdu lagt seg á odda 3?0, sá tað illa út hjá Bryne. Men so vendi tað rættuliga. Í handavend minkaði heimaliðið um munin til 3?2. Tað restaðu nakrir fáir minuttir, tá teir javnaðu til 3?3, og tá klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, eydnaðist tað Bryne at skora sigursmálið. Einki er at siga til, at hýrurin á áskoðarunum var framúr góður.
Vålerenga tapti 2?0 á tjóðarleikvøllinum Ullevaal ímóti Stabæk. Sogndal spældi ikki í vikuskiftinum.









