NOREG
Molde er á veg ímóti gullinum. Soleiðis var ein av yvirskriftunum í norsku fjølmiðlunum í gjár. Molde er ikki ovast á støðutalvuni, men teir eru næstovast, og gongdin tær seinastu vikurnar hevur verið støðug og sannførandi.
Sunnukvøldið var Molde á útivølli í Kristiansand, og har var eingin ivi. Molde vann 4?0 á Start. Heimaliðið var væl við fyrstu løtuna, og teir høvdu eisini onkrar málmøguleikar. Molde kom á odda við teprum brotssparki, tá sjey minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki, og teir øktu ellivu minuttir eftir steðgin. So tveitti heimaliðið alt ansni í verjupartinum, men tað slerdi orduliga bakk. Mole skoraði aftur í 66. og 86. minuttunum.
Jákup Mikkelsen var aftur hesa ferð á Molde beinkinum, og um ikki okkurt heilt óvæntað stingur seg upp, so eru vónirnar ikki so stórar fyri, at Jákup komandi vikurnar skal fáa aðra dystarvenjing enn hana, sum hann fær á næstbesta liðnum. Eftir at kappingarneytin hjá Jákupi, Eddie Gustafsson, ikki hevði spælt væl nakrar ferðir, hevur hann nu av álvara funnið stevið og fær so mikið góð skoðsmál, at afturvalið hvørja ferð er sjálvsagt.
Hinir dystirnir
Molde er næstfremst við seytjan stigum. Lyn er fremst. Hvussu stór leiðslan hjá teimum er varð avgjørt í gjárkvøldið. Tá skuldi Lyn á útivølli spæla ímóti Stabæk. Men undan tí dystinum var leiðslan hjá Lyn fýra stig.
Sum fleiri ferðir nevnt fyrr í nýggja norska kappingarárinum, so verður roknað við, at Molde skal stríðast við Rosenborg og Lillestrøm um oddasessin.
Tey spældu bæði sunnudagin, og tað gekk betri hjá Lillestrøm, sum vann 1?0 í Bodø. Rosenborg var í Oslo, har teir ikki megnaðu meiri enn málleysan javnleik ímóti Vålerenge. Tað vil við øðrum orðum siga, at munurin frá Molde og aftur til størsta favorittin at vinna NM, Rosenborg, longdist eitt sindur, men hann er ikki serliga stórur ? trý stig.
Odd Grenlad var í Bergen, og gestirnir úr Skien fóru til hús aftur við øllum. Teir vunnu 3?1. Tað var málleyst millum Bryne og Moss, og botnliðið Sogndal tapti enn eina ferð á heimavølli. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Viking úr Stavanger, sum vann 2?0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 0?0.