Molde leikararnir imponeraðu Solskjær

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin, tá eitt skert Molde lið í dag møtti FCK í venjingardysti í Dubai

Sonni Ragnar Nattestad og Molde FK, eru í hesum døgum á venjingarlegu í Dubai, har felagið fyrireikar seg til komandi kappingarár.

 

Sum partur av fyrireikingunum vera fleiri venjingardystir spældir á slíkum venjingarlegum, og í dag spældi Molde venjingardyst móti donsku meistarunum úr FC Keypmannahavn.

 

Fyri fyrstu ferð í sínum nýggja felagið, fekk Sonni Ragnar Nattestad í dag møguleikan frá byrjan á liðnum hjá Molde.

 

Dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki, eftir at Molde hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Av tí at dysturin skuldi avgerast, endaði dysturin við einari brotssparskapping, sum Molde samanlagt vann.

 

Venjarin hjá Molde, Ole Gunnar Solskjær, var eftir dystin væl nøgdur við sínar dreingir.

 

-       Vit møta í dag besta liðnum í Norðurlondum, so eg eri væl nøgdur við avrikið hjá mínum monnum. Merkisvert er eisini, at tað nærum sótu fleiri leikarar uttanfyri til dystin við smáskaðum, enn tað vóru á vøllinum, men at teir sum í dag fingu møguleikan, loystu hann sera væl. Teir 8-9 sum sótu uttanfyri í dag skulu arbeiða hart fyri at sleppa á liðið aftur, segði Ole Gunnar Solskjær.

 

Sonni Ragnar Nattestad er eisini nøgdur við sítt egna avrik. Í samrøðu við in.fo, sigur hann.

 

-       Eg haldi at tað gekk væl. Dysturin var ógvuliga strævin, av tí at teir vóru so nógv meira á bóltinum enn hvat vit vóru, men samanumtikið gekk tað væl.

 

Kappingin í Noregi fer av bakkastokki aftur tann 1.apríl.