Molde lítur á heimasigurin

Norska liðið roknar við, at KÍ verður meiri álopshugað, enn teir vóru í Molde fyri tveimum vikum síðani

EUROPA CUP

Norska Molde kom til Føroya í fyrradagin. Teir halda til í høvuðsstaðnum, og seinnapartin týsdagin vandu teir á Tórsvølli. Seint seinnapartin í gjár skuldu teir venja á Svangaskarði.
Karmarnir í Føroyum eru meiri eyðmjúkir, enn teir eru á 220 millióna stadion í Molde. Men tað er ikki vist, at veðrið verður so vánaligt í kvøld, sum tað var, tá ið KÍ spældi í Molde.
Á tíðindafundinum eftir fyrra dystin helt Molde venjarin, at 2?0 sigurin átti at vera nóg mikið at sleppa víðari í kappingini við, men hann iðraði seg samstundis um, at hansara spælarar síðstu løtuna høvdu verið leysir í tí og ikki høvdu skorað triðja málið, sum heilt víst hevði avgjørt, hvør skuldi sleppa víðari í kappingini.
Á heimasíðuni hjá felagnum verður sjónarmiðið hjá venjaranum endurtikið. Áhugin fyri lutakastinum til næsta umfarið bendir eisini á, at Molde ferðalagið í Føroyum heldur tað vera rættuliga sannlíkt, at teir fara úr Føroyum við samlaða sigrinum. Lutakastið verður í Monaco á middegi nú fríggjadagin. Dystirnir í næsta umfarinum verða spældir 24. september og 15. oktober.