Molde hugnaði sær í góðveðrinum

Eftir at teir ikki høvdu verið sannførandi í áarførinum á heimavølli, lótu Molde menninir ongan iva vera vakra summarkvøldið, tá ið teir vitjaðu á Svangaskarði, har teir rudduliga settu KÍ upp á pláss

Møguleikin tóktist vera har. Tað er meiri enn so komið fyri, at 0?2 á útivølli er vent til samlaðan sigur á heimavølli. Men soleiðis hilnaðist tað ikki hjá KÍ. Trúfasta hornorkestrið royndi at blása lív í, og tað var stílur yvir inngongdini og øllum tí formella, og teir knapt seks hundrað áskoðararnir ? teir flestu úr Klaksvík ? høvdu fínar umstøður í dýrdarveðrinum. Men harvið var tað.
Frá fyrsta bríksli av var eingin ivi um, hvør tað var, sum hevði taktpinnin, hvør gjørdi ferð og spælskipan av, og hvør tað var, sum hevði møguleikarnar. Molde stýrdi øllum. Sammett við á tunga vøllinum í oysandi áarførinum í Molde hevði KÍ hesa ferð púrt einki at siga.
Molde legði ágangandi fyri. KÍ spælararnir vórðu kroystir afturi á vøllinum, og tað tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn málið skuldi koma, ið avgjørdi alt. KÍ livdi við fløtu verjuni lívið uppaftur vandamiklari, enn teir gjørdu sunnanfyri húsini sunnudagin. Molde menninir funnu skjótt fram til, hvussu teir skuldu fáa bilbukt við Kí verjuspælið. Teir duttu einar fjøruti ferðirnar í felluna. Men hon kiksaði kanska 8?10 ferðir, og um Molde menninir ikki høvdu havt verið so óneyvir frammanfyri málinum hjá Kartini Joensen, sum stóð seg væl, so hevði talan verið um uppaftur størri tap enn 4?0.
Fyrstu ferðina at verjuspælið kiksaði var í 16. minutti, tá ið Thomas Mork eftir eitt tvey samanspæl varð púra leysur, men heilkiksaði. Í næsta álopinum varð Thomas Mork aftur spældur blankur, hann sendi framvið Kartini, men bólturin brast í tvørtræið.
Eyðun Klakstein hevði eina forkølaða skotroynd úti frá, men sum heild hevði KÍ einki at bjóða upp á frammi á vøllinum. Hjalgrím Elttør var einsamallur álopsspælari, hinir megnaðu ikki at spæla seg fram til hansara, teir tóktust kenna seg kroystar, fjarstøðan millum røðirnar var ov stór, og longu sendingunum hevði Hjalgrím ongan møguleika at fáa tak á, tí hann hevði tríggjar ella fýra risar rundanum seg.

Málini
Molde hevði nógvar møguleikar, og á hálva tímanum fingu teir hol á. Aftur hesa ferð varð lagt flatt innfyri úr vinstru, og liðformaðurin og miðvallarin Daniel Berg Hestad var púra blankur.
So var samlaða úrslitið so gott sum avgjørt, og seks minuttir seinni økti Fredrik Gustafson, eftir at Thomas Mork enn eina ferð hevði átt innleggið úr vinstru.
Eftir steðgin royndu klaksvíkingar at fáa meiri skipað spæl í lag. Tað eydnaðist viðhvørt at samanspæla, men tað var lítil og eingin framdrift. Fyri tað mesta gekk tað fyri seg tvørturum, tveir metrar fram og tríggjar aftur og so framvegis. Molde átti málmøguleikarnar, Magne Hoseth vísti seg at vera skilagóður stýrimaður á miðvøllinum, og Thomas Mork og aðrir misnýttu ófatuliga stórar møguleikar, áðrenn tað síðsta korterið eydnaðist at gera tvey mál afturat.
Innskifti Arild Stavrum skoraði úr stuttari fjarstøðu, og miðverjin David Ljung staðfesti sannførandi sigurin, tá ið hann við handara stólpan og mest sum á málstrikuni setti krúllin undir hornasparksinnlegg úr vinstru.
Hjalgrím Elttør stýrdi við høvdinum bóltin í málið hjá arbeiðsleysa Eddie Gustafsson í 2. hálvleiki, men linjuverjin segði, at talan var um rangstøðu. Allan Joensen, sum ikki var so eyðsýndur hesa ferð, sum hann var í Molde, sendi úr góðari støðu fríspark væl upp um málið, og Símun Joensen royndi seg fram ímóti dystarenda við langskoti úr vinstru, sum fór framvið handara stólpanum.
Klaksvíkingarnir runnu nógv, og tað var ikki undarligt, at teir tóktust troyttir. Einki er so forargiligt, sum at renna í tríkantunum, sum mótstøðumenninir skapa. Molde var nógv betri fótbóltslið enn KÍ. Teir megnaðu størri ferð, breiðari og djúpari samanspæl, teir vóru kropssterkari, skjótari og betri samanspældir. At teir vunnu við fýra málum var ikki við einum máli og nógv út frá spælbýtinum.
Møguleikin ella rættari dreymurin um, at tað skuldi eydnast hjá KÍ, sum tí fyrsta føroyska felagnum nakrantíð at spæla seg í næsta umfarinum, gjørdist ikki til veruleika hesa ferð. Tað er ilt at ímynda sær, nær hann skal gerast til veruleika.