Molde hóttir Rosenborg

Oddaliðið megnaði leygarkvøldið bara 1?1 á heimavøllinum í Tróndheimi ímóti Vålerenga, meðan Molde sunnudagn vann 2?0 á niðurflytarunum úr Kristiansand

NOREG

Rosenborg er framvegis besta boðið upp á norska meistaraskapin. Og talan verður um púra óvæntað úrslit, um tað ikki fer at eydnast teimum úr Tróndheimi at endurvinna NM. Men Rosenborg hevur komandi vikurnar, tá síðstu og avgerandi umførini í landskappingini verða á skránni, eisini europeisku meistarakappingina at hugsa um.
Kanska hugsaðu teir longu leygarkvøldið ov nógv um fyrsta Europa Cup umfarið, sum er á skránni í kvøld og í annað kvøld. Heilt ofta fyrr í ár hevur Rosenborg skorað týdningarmikil mál í síðstu løtu. Tað gjørdu teir ikki leygarkvøldið. Men tá var tað mótstøðuliðið Vålerenga, sum í 90. minutti frammanfyri 20.587 áskoðarum javnaði til 1?1. Harald Brattbakk hevði í 1. hálvleiki skorað málið, sum leingi sá út til at vera nóg mikið hjá Rosenborg fyri at fáa øll stigini.

Molde er við
Við sigri á botnliðnum og longu niðurflutta Start úr Kristiansand hevði Molde á heimavølli sunnudagin møguleika at minka um munin niður í trý stig til oddaliðið.
Tað eydnaðist. Molde vann 2?0, sjálvt um avrikið í 1. hálvleiki ikki var sannførandi. Fyrra málið fingu teir, tá fyrra umfarið var ein minutt og 26 sekund eldri enn tey trý korterini. Teir í Start vóru ikki heilt glaðir fyri dómaran, sum teir ikki hildu dugdi á at skyna klokku. Hann hevði lagt ein minutt afturat vanligu leiktíðini.
Molde venjarin er sjálvandi væl nøgdur við støðuna, sum nú hevur tikið seg upp, men hann undirstrikaði, at málið hjá Molde framvegis er at vinna heiðursmerki, og at teir taka ein dyst í senn. Næsta umfarið verður ikki spælt fyrrenn á mikkjalsmessu. Tá skal Molde spæla á útivølli ímóti Vålerenga, sum leygarkvøldið altso megnaði javnleik í Tróndheimi.
Lyn vann 2?0 á Stabæk, og í Stavanger eydnaðist tað Sogndal, sum rættuliga hevur fótað sær, at greiða 1?1. Håvard Flo skoraði í 67. minutti, men heimaliðið javnaði, tá tað restaðu fýra minuttir.
Lillestrøm kom longri burtur frá botninum, tá teir á heimavølli vunnu 2?0 á Bodø/Glimt, og illa stadda Moss megnaði á heimavølli at vinna 1?0 á Bryne.
Odd Grenland skuldi í gjárkvøldið spæla á heimavøllinum í Skien ímóti Brann úr Bergen.