Molde fekk alt og Lyn einki

Sogndal, sum hesa ferð megnaði javnleik ímóti sjálvum Rosenborg, er framvegis væl við í stríðnum um heiðursmerkini, meðan Aalesund tykist vera á veg úr bestu deildini

NOREG

Lyn tóktist sunnudagin ætla sær at halda fram, har teir hósdagin sleptu ímóti NSÍ á Ullevaal. Beinanvegin skoraðu teir ímóti Stabæk, men so vendi. Stabæk vann 3?2, og Lyn tók ikki av, tá ið teir í síðstu løtu fingu gyltan møguleika at tryggja sær stig. Men teir misnýttu brotssparkið, sum Stabæk málverjin vardi fyri.
Molde legði bragdliga fyri á framúr stadion, har KÍ vitjaði miðskeiðis í august. Ferðin í Føroyum hevði ikki tikið meiri upp á Molde spælararnar enn so, at teir løgdu seg framum bæði 1?0 og 2?0. Men so svaraði Bryne aftur, og teir stríddu seg upp á javnt, áðrenn heimaliðið fekk sigursmálið. Tað skoraði innskifti Bent Hulsker, tá ið tað restaðu seks minuttir.
Sogndal er framvegis væl við í toppinum. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Rosenborg, sum stríðist við at fóta sær, eftir at teir mikukvøldið taptu 1?0 í Spania og harvið fyri fyrstu ferð í níggju ár ikki verða partur av bólkaumfarinum í europeisku meistarakappingini. Rosenborg, sum framvegis er nógv fremst í Tippuliguni, legði seg framum í 11. minutti, og tann støðan helt sær, inntil tað restaðu fýra minuttir. Tá javnaði Sogndal.
Viking vann heima í Stavanger 4?0 ímóti Aalesund, sum tykist fáa meiri enn ilt við at varðveita plássið í bestu deildini. Hóast stórsigurin høvdu áskoðararnir lítið gott at bera heimaliðnum og serliga venjaranum, og tað vóru teir, sum vera man, sera vónsviknir av.
Tromsø vann 2?1 á útivølli í Bodø. Hetta var triði sigurin upp í slag hjá Bodø, sum fyri tveimum vikum síðani gav venjaranum sekkin. Nýggjur venjari er Terje Skarsfjord, sum nú verður mettur sum sannur gandakallur í Tromsø. Men hann hevur bæði beinini á jørðini og minnir á, at tað bara eru tvey ár síðani, at hann fekk sekkin, tí tað ikki gekk nóg væl.
Nýggi venjarin hevur sjálvandi stóran kreditt, eftir at liðið hjá honum hevur vunnið tríggjar ferðir upp í slag, og hann nýtti í vikuskiftinum høvið at geva felagnum av grovfíluni. Í Tromsø søgdu teir undan kappingarbyrjan, at teir miðjaðu eftir at enda ímillum seks tey fremstu. Tað heldur venjarin vera púra burturvið, og leiðslan í felagnum gevur honum rætt og sigur, at tað var í so bjartskygd.
Brann Bergen var sannførandi á útivølli í Skien, har teir vunnu 3?1 ímóti Odd Greenland.