Í Føroyum hevur verið nógv tjakast um hvussu nógv ein skal hjálpa føroyskum liðum, ið hava nógvar dystir í Evropa og hava eina tætta dystarskrá.
Seinast nú KÍ hevur vunnið seg langt í Evropa og B36 vann seg tvey umfør víðari.
Í Noreg hevur norska fótbóltssambandið skorið ígjøgnum fyri at hjálpa Molde, ið skal spæla tveir Play Off dystir í Champions League móti Galatasaray úr Turkalandi, Brann Bergen sum skal spæla tveir Play off dystir í Europa Conference League móti niðurlendska liðnum, AZ Alkmaar, og Bodø/Glimt sum skal spæla tveir Play Off dystir í Europa Conference League móti Sepsi úr Rumenia. Í øllum trimum førum er talan um tveir sera týðandi evropeiskar dystir, ið skulu leikast innanfyri sjey dagar.
Norska fótbóltssambandið hevur tí tikið avgerð um, at dystirnir hjá Molde, Brann og Bodø/Glimt, sum skuldu spælast í heimligu kappingini komandi vikuskiftið vera allir fluttir til seinni í heyst.
Dystirnir sum vera útsettir í bestu norsku fótbóltsdeildini í samband við Play Off dystirnar hjá Molde, Brann og Bodø/Glimt eru hesir:
* Bodø/Glimt – Strømsgodset
* Lillestrøm – Brann Bergen
* Molde – Viking
So kann spurningurin stillast: Hvør ger tað rætta í hesum sambandinum: Vit ella norðmenn? KÍ hevur dyst móti EB/Streymi longu sunnudagin klokkan 15, sambært skránni.