- Hetta er eitt seks viku skeið, har vit fara at læra eina rúgvu um jørð og plantur, urtagarðar, kálgarðar, veltur og tað, ið har hoyrir til, sigur Hildur Eyðunsdóttir, sum er stjóri á Mat & Moldmentanarháskúlanum.
Undirvísingin er skipað í tøttum samstarvi við Veltuna og onnur fakfólk, sum øll eru serkøn á sínum øki, og næmingarnir fáa alla tíðina høvi at royna í verki tað, sum teir læra.
Háskúlastjórin vísir á, at høvuðsdentur verður lagdur á átuligar plantur, umframt at næmingarnir eisini læra um runnar, trø og blómur sum hoyra urtagarðinum til.
- Næmingarnir læra bæði um vanligar veltingarhættir, sum vit kenna í Føroyum og um permavelting, ið snýr seg um at skapa burðardygt, varandi jarðarbrúk, har vit royna at endurbyggja og styrkja lívfrøðiliga margfeldið, sum longu er ella eigur at vera í økinum.
Hildur Eyðunsdóttir sigur, at lært verður um ymiskar plantur og um, hvat plantunum tørvar, og hvussu tær spæla saman við hvørji aðrari, og síðan verður sett niður.
- Vit læra eisini um alt tað, sum skal til fyri, at tað, vit seta niður, fer at trívast. Vit læra at meta um jørðina, um lívd, ymisk sløg av tæðing. Vit læra um at veita vatn av, um ilting av jørð og mangt, mangt annað, leggur hon aftrat.
Mat & Moldmentanarháskúlin byrjaði sítt virksemi við næmingum í fjør heyst, og tað var áhugafelagið Veltan, sum var stigtakari til at seta skúlan á stovn.
- Endamál háskúlans er at veita næmingunum kunnleika og arbeiðshættir, sum stuðla næmingunum í persónligu menningini og gera næmingin tilvitaðan um sín lut í samfelagnum og náttúruni.
Háskúlastjórin vísir á, at sjálvbjargni og burðardyggleiki er í brennideplinum á skúlanum og alt, sum gjørt verður, hevur til endamáls at kanna og menna okkara evni at liva eitt frælst, vakurt, stuttligt, sterkt, livandi, andaligt, ríkt og sjálvstøðugt lív - í burðardyggum samspæli við alt livandi í okkara nær- og fjarumhvørvi.
- Næmingarnir á skúlanum húsast í Ísansgarði. Næmingar, starvsfólk og undirvísarar hjálpast at við at byggja upp og menna skúlan í felag, sigur Hildur Eyðunsdóttir.
Enn ber til at melda seg til Moldmentanarskeiðið, men vegna korona-umstøðurnar er næmingatalið sera avmarkað.
Meira kann lesast um Mat & Moldmentanarháskúlan á www.moldmentan.fo.











