Mold spældu í REX

Tey rættuliga nógvu fólkini, sum høvdu leitað sær upp gjøgnum klubbatrappurnar og inn í REX fríggjakvøldið, fingu eina forkunnuga tónleikauppliving. Millum áskoðararnar, sum lurtaðu eftir 200, var teirra fyrrverandi orkesturfelagi og sangari Niklas Thorsteinsson, og tá hann var hálaður upp á pallin, var Mold eina stutta løtu endurstovnað.

Teir tríggir í 200: Uni, Niels og Mikael spældu allir við í Mold, sum í fyrru helvt av 90unum var eitt stórt navn á føroyska tónleikapallinum, teir góvu tvær fløgur út áðrenn teir góvust. Fríggjakvøldið á REX spældu teir ein sang, tann altíð so frálíka Drive me over, sum var eitt hæddarpunkt á hvørjari Mold konsert.