Mojo bjóðar MonkeyRat

Virkni bólkurin í Keypmannahavn, við góðum føroyskum íkasti, fer aftur á pall nú undan jólum.

Fo/Dk Funk & Blues við MonkeyRat á odda á Mojo Blues Bar í Keypmannahavn mikukvøldið, 19 december kl 21:30

MonkeyRat bjóðar uppá 3 sett av funk og blues mikukvøldið á Mojo.

MonkeyRat + Jasmin & Jasmin - FUNKOneDerFunk aka Anna Iachino - vocals, Arnold Ludvig - bass/vocals, Johan Jørgensen - guitar, Jens Stoklund - drums, special guest singers - Jasmin & Jasmin, - roWan – vocals/keys – BLUES+ MonkeyRat band - Johan Jørgensen - vocals/guitar.

 

MonkeyRat hevur í vetur fingið RadioAirplay við Sunshine, Amsterdam og Fuck The Jante Law á sinaudio.com í USA, á CKRL 89,1 fm í Kanada og á Highway61.it í Italia.