Tað var ikki stuttligt at vera Kurt Westergaard, tá hann í gjárkvøldið noyddist at rýma í eitt trygdarrúm í íbúð síni, tá maður kom eftir honum við øks. Tvey skot vórðu latin av við heimið hjá danska karikatur-teknaranum í Århuus, Kurt Westergaard, tá løgreglan tók ein 27 ára gamlan mann, sum við eini øks ætlaði at gera av við danska Mohammed-teknaran.
Saman við einum 5 ára gomlum abbabarni var Kurt staddur í íbúð síni, tá hin 27 ára gamli kom til heimið við eini øks.
Kurt Westergaard noyddist at flýggja í eitt trygdarrúm, sum hann hevur í íbúð síni.
- Maðurin royndi av øllum alvi at fáa hurðina upp, men tað eydnaðist honum ikki. Hann rópti ókvæmisorð á bronglutum donskum máli og hótti við at taka lívið av mær. Eg var ræddur, bæði fyri mínum lívi og lívinum hjá abbabarninum, sigur Kurt.
Úr trygdarrúminum fekk hann sent boð eftir løgregluni, sum kom á staðið.
Men tað var ikki bara sum at siga tað at taka mannin, tí hann leyp eisini á løgregluna við øksini, sum hann kastaði eftir løgreglumanni, eins og hann knústi rútin í tí eina løgreglubilinum.
Løgreglan læt tvey skot av. Annað rakti mannin í vinstru hond, hitt í høgra knæ.
Hin 27 ára gamli verður skuldsettur fyri drápsroynd móti teknaranum og løgreglumanninum.
Hetta var ikki fyrstu ferð, at Kurt Westergaard er hóttur við lívinum fyri sínar Mohammed-tekningar.











