Hóast hann ikki vann ársins X-Factor kapping, so hevur hann longu fingið ein fløgusáttmála, og nú skal Mohammed Ali hita upp fyri heimsstjørnuna Beyoncé. Alt gongur sum tað skal hjá sjarmutrøllinum Mohammed Ali.
Tann vakra og dugnaliga songkvinnan Beyoncé vitjar í Danmark um vikuskiftið, har hon skal hava eina konsert í Herning Messecenter.
-Eg eri ein stórur fjeppari av Beyoncé, og eg hevði aldrin væntað, at eg slapp at standa á sama palli sum hon, og syngja frá mínari egnari fløgu. Eg bleiv so glaður, tá ið eg fekk tað at vita, at eg byrjaði at gráta av gleði, sigur Mohammed við seoghoer.dk.
Enn er ikki greitt nær fløgan hjá Mohammed kemur á gøtuna, men hansara fyrsta singla er komin út.