Mohamed Salah í jólahýri

Premier League: Liverpool livir enn í vónini um at røkka Champions League fótbólti

Tað er Boxingday í Onglandi og bólturin rullar við fullari ferð, nú 16. umfar verður avgreitt. Í fyrra av kvøldsuppgerðunum vann Liverpool 3-1 móti fyrrverandi liðnum hjá Steven Gerrard, Aston Villa.

 

Liverpool er nakað rakt av skaðum, men teir flestu av HM-spælarunum vóru við í kvøld. Eitt nú Trent Alexander-Arnold og Virgil Van Dijk, men tað var Mohamed Salah, sum fór við yvirskriftunum.

 

Hann byrjaði við at leggja Liverpool á odda longu aftaná fimm minuttir. Tað var eftir upplegg frá Andrew Robertson, ið nú er tann verjuspælarin við flest uppleggum í søguni í Pemier League.

 

Løtu seinni økti verjurisin úr Hollandi, Vigril Van Dijk. Eftir hornasparksstøðu endaði bólturin hjá Mohamed Salah, sum spældi miðverjan, ið meddaði til. Aston Villa minkaði um munin í seinna hálvleiki, men tíggju minuttir fyri staðfesti innskifti Stefan Bajcetic sigurin fyri Liverpool.

 

Stefan Bajcetic er bara 18 ára gamal og er næstyngsti spaniólin, at skjóta mál í Premier League. Bara Cesc Fabregas, sum spældi Arsenal tá, hevur verið yngri. Við sigrinum heldur Liverpool fast í vónini, um at røkka Champions League fótbólti komandi kappingarár.

 

Her er jólaskráin í Premier League:

 

26. desember:

 

Klokkan 12.30: Brentford – Tottenham 2-2

 

Klokkan 15.00: Crystal Palace – Fulham 0-3

 

Klokkan 15.00: Everton – Wolverhampton 1-2

 

Klokkan 15.00: Leicester – Newcastle 0-3

 

Klokkan 15.00: Southampton – Brighton 1-3

 

Klokkan 17.30: Aston Villa – Liverpool 1-3

 

Klokkan 20.00: Arsenal – West Ham

 

27. desember:

 

Klokkan 17.30: Chelsea – Bournemouth

 

Klokkan 20.00: Manchester United – Nottingham Forest

 

28. desember:

 

Klokkan 20.00:  Leeds – Manchester City

 

1Arsenal14121133:1137
2Newcastle1696132:1133
3Manchester City14102240:1432
4Tottenham1693433:2330
5Manchester Utd1482420:2026
6Liverpool1574431:1825
7Brighton1573526:2024
8Fulham1664627:2622
9Chelsea1463517:1721
10Brentford1648425:2720
11Crystal Palace1554615:2119
12Aston Villa1653817:2518
13Leicester1652925:2817
14Bournemouth1544718:3216
15Leeds1443722:2615
16West Ham1542912:1714
17Everton1635812:1914
18Wolves1634910:2513
19Nottingham F.1534811:3013
20Southampton16331014:3012