500 dagar eftir at Hosni Mubarak noyddist at leggja frá sær, hava egyptar loksins fingið nýggjan forseta. Valnevndin kunngjørdi seinnapartin, at Mohamed Mursi úr Muslinska Bróðurskapinum vann seinna umfar av forsetavalinum við 51,7 prosentum av atkvøðunum.
Mursi (myndin) vann sostatt á fyrrverandi forsætisráðharranum Ahmed Shafiq.
Hetta er fyrstu ferð, at egyptar hava havt møguleika at velja forseta, men sambært valnevndini var valluttøkan einans 51 prosent.










