Mogwai vitjar Rokkstovuna

Mæti skotski post-rokk bólkurin Mogwai vitjar Rokkstovuna í kvøld.

 

Ikki bókstaviliga, tó at tað hevði verið kul, men við sínum tónleiki.

 

Í sambandi við at Mogwai í hesum døgum eru aktuellir við útgávu nr 6; ?The Hawk Is Howling?, verður hugt nærri at hesum spennandi bólki, sum saman við nøvnum sum Godspeed You Black Emperor, Tortoise, Explosions In The Sky, Labradford o.ø hevur verið við til at slóða fyri

tónleikagreinini nevnd ?post rock?. Í hesum føri er talan tó um ein mangan bæði tungan og hart rockandi variant av sokallaða post rockinum.

 

Tær seks útgávurnar hjá Mogwai eru sostatt; ?Young Team? (97), ?Come On Die Young? (99), ?Rock Action? (01), ?Happy Songs For Happy People? (03), ?Mr Beast? (06) og ?The Hawk Is Howling? (08).

 

Løg verða spæld av øllum seks plátunum, umframt okkurt lagið av teirra fyrstu veruligu útgávu í fullari longd; savnsfløguni ?Ten Rapid (Collected Recordings 1996-1997)?, ið, sum heitið sigur, tók samanum fyrstu upptøkurnar hjá bólkinum.

Og so verður eisini onkur live upptøka, tí Mogwai eru eitt satt buldur (og brak) av einum live bólki!

 

Rokkstovan í kvøld kl. 19.15