Tónleikur
Summir tónleikarar liva beinleiðis av at kopiera aðrar. Ein slíkur bólkur er danski Mogensen Band, sum spælir løg hjá navnframa John Mogensen, sum doyði fyri 25 árum síðan.
Hesin bólkurin, sum nú kemur hendanveg, er mannaður av royndum tónleikarum, sum í fleiri ár hava spælt í kendum bólkum sum til dømis Papa Bue's, Fessors Big City Band, Bjarne Liller og øðrum.
Sangarin, Poul Thaning, sigst vera so líkur John Mogensen á málinum, at fólk ikki hoyra mun. Og dentur verður lagdur á at fáa framsørslurnar at ljóða júst, sum tað ljóðaði, tá John Mogensen sjálvur var á pallinum.
Serliga væl líkjast framførslurnar teimum hjá John Mogensen í tíðarskeiðnum 1971 til 1977, tá hann doyði, 49 ára gamal.
Sagt verður í tíðindaskrivinum, at tá bólkurin spælir, verður umhvørvið gjørt um til »københavnskan« vertshússtíl, sum tað var á teimum støðunum, John Mogensen dámdi best.
Tað er Atlantsflog, sum sponsorerar túrin hjá Mogensen Band til Føroya.