Mogens Tilsted Christensen er upprunaliga útbúgvin keypmaður. Hann arbeiddi sum sjálvstøðugur húsameklari í Århus og seinni sum stjóri í húsaognarfelagnum Zentilla ApS í Århus frá 1969-1987.
Hann var ráðgevi hjá byggifelagnum Provinsbyg A/S frá 1987-1991.
I 1992 byrjaði hann sum 48 ára gamal, meðan hann hevði annað arbeiði, at lesa gudfrøði. Tá hann varð liðugur í 2002, fekk hann starv í Føroyum sum sóknarprestur í Norðurstreymoy, og býr hann saman við familjuni í prestagarðinum í Hvalvík.
Mogens er føddur í Thy nærhendis Hantsholm og vaks upp har í 50-unum. Í sínum ungu árum kom hann nógv saman við KFUM- og missiónsfólki har á leiðini. Hann er giftur við Annu, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við Skt. Lukasstiftelsen. Tey eiga tríggjar døtur.