Mogens Tilsted Christensen er upprunaliga útbúgvin keypmaður. Hann arbeiddi sum sjálvstøðugur húsameklari í Århus og seinni sum stjóri í húsaognarfelagnum Zentilla ApS í Århus frá 1969-1987.
Hann var ráðgevi hjá byggifelagnum Provinsbyg A/S frá 1987-1991.
I 1992 byrjaði hann sum 48 ára gamal, meðan hann hevði annað arbeiði, at lesa gudfrøði. Tá hann varð liðugur í 2002, fekk hann starv í Føroyum sum sóknarprestur í Norðurstreymoy, og býr hann saman við familjuni í prestagarðinum í Hvalvík.
Mogens er føddur í Thy nærhendis Hantsholm og vaks upp har í 50-unum.
Í sínum ungu árum kom hann nógv saman við KFUM-fólki og missións-fólki har á leiðini.
Hann er giftur við Annu, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við Skt. Lukasstiftelsen, og arbeiddi hon í mong ár sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Síðan tey komu til Føroya, hevur hon verið heimagangandi prestakona og hjálpt manninum í sínum starvi.
Tey eiga tríggjar døtur, sum eru ávikavist 19, 25 og 33 ár. Tann elsta er gift og eigur trý børn.
Í løtuni er famlijan í summarfrí í húsum sínum í Viborg. Sunnudagin skal Mogens hava tvær gudstænastur í tveimum ymiskum kirkjum har.
29. juli skal hann halda ólavssøkugudstænastuna í dómkirkjuni í Havn.
Føðingardagurin verður hildin saman við familju og vinfólki á Marinaen í Hvalpsund í Norðurjútlandi.









