Fyrrverandi fútin í Føroyum, Mogens Nepper-Christensen, er deyður 78 ára gamal.
Hann var fúti í Føroyum frá 1976 til 2005. Hann var útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet og var ákæri í fleiri politiøkjum í Danmark, áðrenn hann gjørdist fúti í Føroyum.
Mogens Nepper-Christensen var giftur við Klaru, fødd Hilduberg, úr Fuglafirði. Tey eiga sonin Steen.
Hann sovnaði burtur leygardagin 12. juli, við sínum nærmastu kring seg, eftir langa sjúkralegu.
Jarðarferðin verður úr Søllerød Kirke leygardagin 26. juli klokkan 11.00