Mogens Lützen

20. sept. 1909 - 12. jan. 2006

Hósdagin í farnu viku andaðist Mogens Lützen, Tórshavn, 96 ára gamal. Tá Ellen og Mogens Lützen í fjør heyst høvdu verið gift í 73 ár, skrivaði FF-blaðið, at hetta var longsta hjúnarlag, nakar veit um at siga í Føroyum.

5 vóru børnini í hjúnarlagnum: Valdemar, Anni, Kim, Eydna og Herluf, sum doyði í 80-unum. Eisini vaks systursonurin hjá Ellen, Ellindur, upp hjá teimum.

Mogens og Ellen giftust í 1932, sama ár sum Mogens kom aftur úr Keypmannahavn, har hann hevði verið á handilsskúla. Mogens var alla ævi sína í familjufyritøkuni Valdemar Lützen, hann tók við sum stjóri eftir pápan, tá var hetta ein tann størsti brenni- og tilfarshandil í Føroyum.

Síðan 1954 til fyri stuttum, hevði fyritøkan p.f. Valdemar Lützen eisini ísinkram- og glasvøruhandil í gomlu handilshølunum hjá Z. Heinesen í Vágsbotni.

Mogens Lützen var kendur vinnulívsmaður, álitismaður í fleiri tíðandi vinnulívsnevndum.

Tá heimsbardagin brast á, varð Mogens saman við Robert Brockie enskur varakonsul. Valdemar og Mason vóru enskir konsular í Føroyum. Mason hevði skrivstovu hjá Valdemar Lützen. Tað er óneyðugt at siga, at hetta hava verið týdningarmiklir sessir undir bretsku hersetingini.

Mogens sigldi undir krígnum fleiri túrar til Onglands við tangabátum, sum sigldu til Føroyar. Hesar ferðir vóru í handilsørindum og eisini í konslaørindum.

Tað kann verða nevnt, at teir fýra sum røktu konslastarvið, vóru samdir um, at føroyska flaggið skuldi góðkennast, og sendu teir fjarrit til London við hesum boðum. Hetta hevur havt sína vekt og er eisini ein partur av okkara flaggsøgu.

Seinni varð Mogens franskur konsul, til sonurin Valdemar tók yvir. Valdemar legði hetta átilisstarv frá sær, tá hann fylti 70 ár í 2003.

Mogens var eini 25 ár, fram til 1980, nevndarlimur í Føroya Banka. Her var hann kendur sum álitismaður.
Mogens var leini virkin limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag. Í bókini hjá hesum feløgum "Semjur og Stríð", fær Mogens tað skoðsmál, at hann var ein ein trúfastur limur.

Ellen og Mogens búðu øll árini í Sigmundargøtu, tá foreldur Mogens vóru farin av foldum, fluttu tey í vøkru húsini í Sigmundargøtu 7, sum H.C.W. Tórgarð teknaði og smíðaði í 1927. Har búðu tey, til tey nú fluttu á Lágargarð.