Møtast aftur hósdagin

Fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, hevur í dag hitt allar flokkar á tingi, har teir hava kjakast um, hvat ber til og hvat ikki ber til í sambandi við tunlarnar

Fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, hevur í dag hitt allar flokkar á tingi, har teir hava kjakast um, hvat ber til og hvat ikki ber til í sambandi við tunlarnar

 

Tað hevur áður verið frammi, at bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin nú skulu gerast, men so drastiskur er Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri tó ikki.

 

Hann sigur, at hann hevur havt fund við allar flokkar á tingi og teir hava kjakast um, hvat ber til og hvat ikki ber til, og so annars avgjørt at møtast aftur hósdagin.

 

- Tað er tað, eg kann siga í løtuni, sigur Jørgen Niclasen.

 

Eisini Aksel V. Johannesener knapporðaður um fundin.

 

- Eg var upptikin aðrastaðni og kom heldur seint. Men avtalan var at møtast aftur hósdagin, sigur Aksel V. Johannesen.