Mølin í Skálavík skal hava fleiri kømur aftrat

- Café Mølin byggir út. Hotelvirksemi hjá ágrýtnu fólkunum aftan fyri kafé'ina bara økist. 

 

Hóast kommunan er lítil, eru fleiri verkætlanir í gongd í Skálavík.

 

Tað seinasta nýggja er, at nú er grabbin settur í til eina nýggja útbygging á Mølini.

 

- Café Mølin byggir út. Hotelvirksemi hjá ágrýtnu fólkunum aftan fyri kafé'ina bara økist. 

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu.

 

Fyri stívliga trimum árum síðan tóku tey á Mølini eina lon við tíggju nýggjum og stórum kømrum í brúk.

 

- Nú eru tey á Mølini aftur í gongd, og nú er sett hol á eina nýggja hotel-verkætlan.

 

Á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu verður sagt, at í nýggju útbyggingini verður pláss fyri 22 kømrum, matstovu og øðrum.