Møguliga verður tað ein el-bilur næstu ferð

- Men, eg ivist í, um vit gera jørðina betur og reinari við el, sigur Poul Ásmund Tórarenni.

 

Hesaferð er tað borgarstjórin í Skúvoyar kommunu, sum svarar spurningum.

 

Hvat bilmerki koyrir tú? 

- Eg koyri ein Fiat Doblo.

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil? 

- Diesel.

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Ja, tað er væl møguligt.

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- Eg ivist í, um vit gera jørðina betur og reinari við el. Hvar kemur el’ið frá, og hvar enda teir gomlu el-bilarnir? Hvat skal til fyri at gera allar el-bilarnar? 

Borgarstjórin í Skúvoyar kommunu ásannar, at hann veit ikki nóg mikið um hetta. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar.