Møguliga verða tillagingar á oyggjaleiðum vegna korona

Fleiri tilburðir av koronasmittu eru seinastu dagarnar staðfestir hjá manningum umborð á Strandfaraskipum. Hetta hevur higartil ikki ávirkað siglingina, hóast partar av manningum nú eru farnar í sóttarhald. 

 

Um smittutalið fer at vaksa kann roknast við, at hetta kemur at hava ávirkan á ferðaætlanina á einstøkum leiðum. Kunnað verður um hetta alt fyri eitt, skrivar Strandferðslan á ssl.fo.     

 

Mælt verður til, at øll ferðafólk nýta munnbind umborð á øllum skipum og bussum hjá Strandferðsluni.

 

Kunning viðvíkjandi leið 7:

 

Ferðafólk, ið hava fingið staðfest korona-smittu og sum mugu ferðast við Smyril, skulu skjótast til ber ringja á tel. 293046, viðvíkjandi nærri kunning um uppihald umborð.

 

Ferðafólk, ið koma úr útlondum ella eru í sáttarhaldi, skulu uppihalda seg í "Beinisvørð" á dekk 6 og nýta munnbind allan túrin, skrivar ssl.fo.