Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, boðar frá nógvum vindi komandi dagarnar. Seinnapartin í dag verður hvassur vindur upp í skrið av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður skrið ella stormur av landnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum 2 og 5 stig.
Hósdagin verður frískur vindur upp í hvassan vind av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum frostmarkið og trý hitastig.
Fríggjadagin verður eitt lot av útnyrðingi, leygardagin eitt lot av ymsum av ættum. Turt og sólglottar og hitin millum trý og sjey stig.