TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum var á Rás2 fyrr í kvøld við aðalskrivaran hjá Fótbóltsambandi Føroya, Virgar Hvidbro.
Virgar og hini í leiðsluna og umsitingini eru sera fegin um eina væl avgreidda EM-undankapping, sum var framúr ítróttarliga. Tey í FSF fegnast eisini um nógv betraðu umstøðurnar, og ta fjepparamentan, sum er uppstaðin við "Skansanum", sum hevur gjørt tað nógv betur at verða til dystir í Føroyum. Virgar heldur ikki, at vit skulu lata okkum sláa út av, at tað gekk minni væl ímóti Rumenia í kvøld.
Nú fara tey í FSF at evaluera kappingina, og harmillum eisini leistin at selja atgongumerki. Tað er væl møguligt, at tað fer at verða ein prísmunur á teimum ymisku setrunum, og tey í FSF hava eisini uppi at venda møguleikan at selja sesongatgongumerki til komandi HM-undankappingina, so trúfastir áskoðarar kunnu tryggja sær atgongumerki til heimadystirnar ímóti Sveis, Portugal, Andorra, Lettlandi og Ungarn í komandi undankapping. Væntandi verður avgerð tikin um hetta áðrenn jólini eru í hondum, so fólk t.d. kunnu lata keypa eitt slíkt sesongatgongumerki, sum eina jólagávu til ein føroyskan landsliðsfjeppara.