- Tað er ivasamt, um vit verða verandi á Skálatrøð. Um man ynskir at byggja tjóðpallin og parkeringskjallara her, so verður ikki pláss til okkum næsta ár.
Tað sigur Annsy Høghamar, forkvinna í Tórshavnar Ítróttarráð.
Tórshavnar Ítróttarráð hevur seinastu sjey árini skipa fyri tivoli á Skálatrøð. Har hevur alt virksemi hjá felagnum verði savnað. Tað er tó mangt, ið bendir á, at tivoli hevur verið á Skálatrøð fyri seinastu ferð, tí kommunan hevur umfatandi ætlanir við økinum.
- Tað liggur í kortunum, at kommunan fer í holt við hetta komandi ár. Tað ger so, at vit mugu hugsa um, hvat vit nú skulu gera. Tað hevur verið gott, at havt alt samlað her á Skálatrøð og hevur lætt nógv um arbeiðið.
Annsy Høghamar leggur dent á, at fólk hava verið sera glað fyri Skálatrøð sum tivoliøki.
- Fólk eru glað fyri, at kunnu fara inn á Skálatrøð sum familja. Alt er hegna inni, og tey vaksnu hava møguleikan at fáa sær ein kopp av kaffi, meðan børnini hugna sær. Stemningurin er góður á sjálvum økinum.
Forkvinnan upplýsir, at tey hava tosað við kommununa, og hon ivast ikki í, at tey finna eina aðra loysn.
- Vit hava tosað við kommununa, og eru kunnaði um teirra ætlanir. Tað missur møguliga ein part av stemningurin at flyta tivoliøkið, men tað skal nokk ganga, sigur Annsy Høghamar at enda.