Tá tingfundurin, sum byrjar klokkan 10, verður í dag kann roknast við, at misálitisuppskot verður lagt fram á løgmann.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur lagt dent á, at tað verður ein friðarligur tingfundur uttan orðaskifti. Hann heldur, at valstríðið ikki skal dragast inn um tinggátt.
Sum in.fo skilir, so eru andstøðuumboð als ikki samd í hesum. Tey vilja sum vera man hava, at løgfrøðisliga átalan verður samtykt. Løgtingsformaðurin hevur hótt við, at átalan ikki verður løgd fram, um andstøðan fer at nýta – ella misnýta – støðuna politiskt.
Men sum in.fo skilir, so verður tað umhugsað í rámasta álvara kortini at leggja misálitisuppskot fram á løgmann. Verður eitt slíkt uppskot lagt fram, so fer løgtingið beinanvegin undir viðgerðina.
Tað sum serliga órógvar andstøðuna er, at tað verður tosað so nógv um, at løgmaður hevur tikið avleiðingar av niðurstøðuni hjá Gammeltoft Hansen við at útskriva val.
Men tað hevur løgmaður ikki gjørt. Hann hevur við at útskriva val tikið løgtingið av ræði.
Fleiri tinglimir í andstøðuni argast inná, at løgmaður ikki hevði tíð at vera í Føroyum í julimánaði at viðgera støðuna. Tá hann so endiliga kom til landið aftur, so sendi hann løgtingið til hús, so hann sjálvur kann sita tryggur eftir í løgmansstólinum í Tinganesi, meðan løgtingslimir eru sendir til hús – bundnir á hondum og fótum – og kunnu einki gera, heldur ikki koyra løgmann frá.
Í dag er tí einasti møguleiki hjá andstøðuni at gera nakað við málið, so tað fær onkrar politiskar avleiðingar. Annaðhvørt at løgmaður verður koyrdur frá, ella at tingmanningin hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum við at trýsta á reyða knøttin blástemplar tað, sum løgmaður hevur gjørt – tilvitað at geva løgtinginum ósannar upplýsingar.
Sum info skilir, so kom tað væl við hjá fleiri samgongutingfólkum at sleppa undan at fella eitt misálitsuppskot á løgmann. Tí tá góðtaka tey, at var í lagi, at løgmaður tilvitað gav løgtinginum ósannar upplýsingar.
Dagurin í dag verður tí sera avgerandi. Hetta er einasti og seinasti møguleikin hjá andstøðuni at reisa eitt misálit – tí hetta verður einasti og seinasti tingdagur hjá sitandi løgtingi.
Tað sum løgmaður gjørdi við at útskriva val var at sleppa undan einum misáliti – og harvið lat hann sínar samgongufelagar sleppa undan at taka støðu til, um tað var í lagi at løgmaður tilvitað segði ósatt fyri løgtinginum. Tað er tí, at Jørgen Niclasen sigur, at »tað var stórt av løgmanni at útskriva val«.
Um eitt misálitisuppskot verður samtykt, so fer løgmaður frá, men situr sum umsitingarleiðari til valið hevur verið. Sambært stýrisskipanarlógini fær hann seks dagar at umráða seg í – um hann skal útskriva val. Men tað hevur hann longu gjørt. Tá valið hevur verið, verður tað ikki Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur samráðingarleiðsluna, og tí verður hann ikki løgmaður eftir valið.
Um eitt misálit í dag verður felt, so verður eingin broyting – uttan tann, at tingfólk nú verða býtt sundur í tey, sum góðtaka at løgmaður tilvitað sigur ósatt fyri løgtinginum – og tey, sum ikki góðtaka tað.
Og júst tað kann skapa so stórar trupulleikar, at nøkur tingfólk úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum kenna seg noydd at atkvøða fyri einum misálitisuppskoti – og tí er møguleikin fyri, at løgmaður fellir í dag helst nógv størri, enn Jørgen Niclasen og løgmaður høvdu roknað við, tá avgerðin varð tikin um at skriva út val.