Treysti kapprógvarin Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, sum seinastu árini hevur róð við Klaksvíksingi, verður møguliga ikki at síggja handan árarnar næsta kappingarár. Um so verður, er tað fyrsta árið í 26 ár at Svein Rógvi ikki rør til nakra av stevnunum.
Í juli mánað síðsta ár fekk Svein Rógvi ein blóðtøpp í heilan, og fekk tá at vita frá læknunum, at hann ikki fór at rógva aftur á høgum støði. Hetta varð ikki so, tí Svein Rógvi fekk fullan kropsligan førleika aftur, og róði við Klaksviksingi í ár.
Nú hevur hann tó valt at taka heilsuna í álvara, lurta eftir boðunum frá læknunum og seta minka um ferðina og strongdina, sum er ein nátúrligur partur av øllum hesum.
Les meir um hondbóltsvenjaran, kapprógvaran og eigaran av Fullpower Føroyar í Sosialinum í morgin.










