Møguleikin fyri at oyggjarnar verða kavaklæddar á jólum er til staðar, sigur Hanus Kjølbrø, lærari á Sjónám.
Kalda luftrákið inn yvir Føroyar fer at halda á teir næstu dagarnar. Í dag og í morgin fer luftin ein lítlan umveg vestur um Ísland, áðrenn hon rakar okkum, men frá seinnapartinum í morgin - Tollaksmessudag - fer kalda luftin at koma beint inn yvir okkum frá Norðpólinum. Soleiðis er í øllum førum ein treyt fyri kava á jólum til staðar. Men kuldin er ikki einsamallur nøkur vissa fyri kava - avfall má eisini vera. Í løtuni sæst einki brúgvalag við avfalli vera ávegis hendavegin at raka okkum jólaaftan - tó kann kava í støðum; serliga har fjøllini eru høg norðalaga í Føroyum, greiðir Hanus Kjølbro frá.
Jóladag kunnu vit vænta avfall við kava, tá ið eitt brúgvalag ætlandi er yvir okkum seint fyrrapartin ella um middagsleitið. Jóladag er kalt luftrák inn yvir Føroyar ein part av degnum - út á dagin verður ættin aftur útsynningur. Í fyrstanini verður kuldin tann sami sum jólaaftan, men um kvøldið eiga vit at merkja eitt sindur lýggjari luft, enn hon var kvøldið fyri, sigur Hanus Kjølbro.










