Møguleiki er fyri endurtøku av finaluni

Løgmanssteypið: Víkingur og B36 hittast í aðrari hálvfinaluni, og í hinari skal NSÍ spæla ímóti HB ella B71

Í fjør vann HB bæði FM og steypakappingina. Finalan í kappingini um løgmanssteypið var leygardagin 5. desember, tá ið HB á Tórsvølli vann 2-0 ímóti Víkingi.

 

Í kvøld varð í 3-2 ítróttarsendingini hjá Kringvarpinum drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni. Luturin fall soleiðis, at Víkingur og B36 skulu hittast í aðrari hálvfinaluni, og í hinari skal NSÍ spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum B71 og HB. Hann verður á Sandi mikukvøldið í næstu viku.

 

Í fjør vann Víkingur seg í finaluna við 2-1 sigri ímóti B36 í hálvfinaluni, sum var í Runavik og HB vann seg í finaluna við 3-1 sigri ímóti NSÍ. Tann dysturin var í Klaksvík.

 

Hálvfinalurnar vera 21. september og 2. oktober, og finalan verður leygardagin 6. november.