Møguleiki at fara til Molde fyri 3600 krónur

KÍ fjepparar bjóða 174 áskoðarum at koma við til Noregs heilt tíðliga týsmorgunin og til hús aftur eftir dystin týskvøldið

Tey, sum hava droymt um at sleppa við KÍ til Noregs, men ikki hava tryggjað sær atgongumerki, fáa nú ein nýggjan møguleika.

 

Í kvøld stendur skrivað soleiðis á facebookvanganum hjá KÍ Fjepparum::

 

Um nóg stór undirtøka er, verður flogið úr Føroyum beinleiðis til Molde

 

Týsdag 15. august kl 03.30 og heimaftur mikudagin 16. august kl 00.15

 

umráðingartíðin er ikki long, til í morgin 11. august kl 10.00

 

Kostnaður: 3600 kr sum bert er fyri ferðaseðilin.

 

Má verða goldið í seinastalagi í morgin kl 10.00

 

Áhugaði Senda mail til MoldeVsKlaksvik@gmail.com

 

mailar verða svaraðir eftir raðfylgju

 

Túrurin er við tí fyrivarni, at flúgvarin verður fullur. (174 Setur)

 

Leinkja at keypa atgongumerki er saman við hesum uppslagnum á facebook vanganum hjá KÍ Fjepparabólkinum.

 

Enn hevur ikki eydnast at frætta meiri um hetta tilboðið til KÍ fjepparar og onnur fótbóltsáhuga uttan tað, at talan er um veruligt tilboð, og at freistin er longu klokkan 10 fríggjamorgunin.