Møguleikarnir at vinna finaluna eru 50/50

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr U19 landsliðsvenjarin taka samanum hálvfinalusigurin á Lettlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við landsliðsvenjaran hjá føroyska U19 kvinnulandsliðnum í hondbólti, Flemming Oliver Jensen aftaná Føroyar høvdu vunnið 25-18 á Lettlandi í hálvfinaluni í IHF/EHF Trophy kappingini, sum er í Georgia í hesum døgum.

 

Flemming Oliver Jensen heldur talan verða um ein uppibornan hálvfinalusigur, har føroysku U19 kvinnurnar vóru betra liðið. Besta løtan var tá føroysku kvinnurnar vendu 0-2 til Lettland til 8-2 til Føroyar í fyrra hálvleiki. Tá riggaði alt, sum tað skuldi.

 

Landsliðsvenjarin iðrar seg tó um allar teir mongu opnu málmøguleikarnar, og brotskøstini, sum føroyska liðið brendi í dag. Hann framhevjar eisini málverjan Margit Weihe Frímundsdóttir, sum stóð framúr væl í dag.

 

Flemming Oliver Jensen metir møguleikarnar at vinna á Georgia í finaluni, sum verður klokkan 14 í morgin at verða 50/50.

Hann heldur Føroyar er eitt betri lið enn Georgia, men Georgia hevur heimavøll. Landsliðsvenjarin vónar, at føroyska liðið við nøkrum skjótum kontramálum kann teppa stóru heimafjøldini, so heimaliðið ikki fær meir stuðul enn neyðugt.

 

Georgia vann 18-14 á Belgia í hinari hálvfinaluni.