Annbjørg á Høvdanum, MSc í arbeiðssálarfrøði, hevur grein í seinastu útgávu av Mið & Magn um møði, og hvussu møði kann ávirka heilsuna hjá tí einstaka og trygdina á arbeiðsplássinum.
- Møði fevnir um nógvar ymiskar upplivingar og sinnisstøður, eitt nú at kenna seg útlúgvaðan, hava niður setta orku og lívsmegi, mishug og tørv á svøvni. At "kopla frá" av berari møði er tann náttúrliga reaktiónin hjá einum likami ella einum likamsluti, sum eftir áhaldandi trýst hevur nátt markið fyri tí, ein orkar.
Í greinini vísir hon á, at orsøkin til, at vanlukkur henda, kann vera ein samantvinning av tekniskum og menniskjaligum faktorum.
- Har kann møði frá longum arbeiðsdøgum - saman við ov lítlum ella ov vánaligum svøvni - vera ein sera stórur og relevantur faktorur.
Annbjørg á Høvdanum sigur, at tá vanlukkur henda, er orsøkin ofta, at fleiri "faktorar“ eru til staðar samstundis.
- Taka vit t.d. skiparan ella stýrimannin á brúnni, so er vandin størri, tá fleiri faktorar spæla saman, eitt nú møði, myrkur, hiti ella óljóð, sum órógva javnt og samt.
Hon sigur, at tað er størri møguleiki fyri, at fólk ikki fata og ikki handla - tá handlast skal - tá allir hesir faktorar eru til staðar, enn tá bert ein er til staðar.
- Tað er fleiri ferðir blivið prógvað, at møði er ein av høvuðsfaktorunum, sum føra til menniskjalig mistøk, og mett verður, at í minsta lagi 20% av øllum vanlukkum skyldast møði, og at møði er størsti einstaki faktorur, sum elvir til vanlukkur, sigur Annbjørg á Høvdanum.










