Møblarnir skiftir um við savnslutir

Handilin á Gørðunum gevst við møblasøluni, men fer at vísa fram savnslutir frá gamla virkseminum hjá Garðamonnum og D. J. Vilhelm í nýggju skrivstovunum á aðru hædd í handlinum.

 

Handilin á Gørðunum stendur niðanfyri vegin, tá koyrt verður vestur gjøgnum Vágs bygd. Handilsumhvørvið varð fyri fáum árum síðani skýrt sum “eitt tað mest sjarmerandi handilsumhvørvið í øllum landinum” av einum vitjandi tíðindamanni.

 

Alex Vilhelm, stjóri, tekur ímóti okkum á aðru hædd í handilsbygninginum. Hann er eftirkomari av bæði Garðamonnum og sjálvandi eisini av D. J. Vilhelm. Fyritøkan D. J. Vilhelm keypti í 1996 bygningarnar á Gørðunum.

 

Handilin á Gørðunum var settur á stovn í 1860 og er stostatt elsti handil í bygdini. Handilin hevur verið virkin uttan steðg síðani tá, og flutti út á Garðarnar, har hann stendur nú í 1996. Handilsbygningurin varð síðani umvældur í 2009. Bygt varð upp í bygningin, umframt at hann var nýgjørdur innan.

 

Virksemið á Gørðunum, har bæði handilin á Gørðunum og virksemi hjá D. J. Vilhelm hildu til, var eitt hitt mektigasta handilsvirkið í landinum. Upp á tað mesta vóru 450 fólk í arbeiði hjá Garðamonnum, Handilin á Gørðunum er frá 1860 og sostatt elsti handil í bygdini, meðan D. J. Vilhelm varð stovnað í 1897 og er elsta felag í bygdini.

 

Alex Vilhelm greiðir frá, at søguligu bygningarnir á økinum vóru fullkomiliga forfalnir tá D. J. Vilhelm tók yvir í 1996.

- Vit hava so stig fyri stig umvælt bygningarnar. Nógvir teirra eru jú vardir bygningar, so tí eru strong krøv til, hvat kann gerast við tær og hvussu teir skulu umvælast, so tað tekur sína tíð, sigur Alex Vilhelm.

 

Í sambandi við umvælingarnar eru teir komnir fram á mangar lutir frá gamlari tíð, í hava samband við virksemi, ið hevur verið í bygningunum. Lutir frá bæði handilsvirkseminum og maritimu vinnuni er komin undan kavi, umframt at nógv útgerð frá fiskavirkinum hevur staðið í nøkrum av bygningunum.

 

Vágskálir, kassaapparat og gamlar roknskaparbøkur frá handlinum á Gørðunum. Skipsdagbøkur frá skipum, ið hava verið knýtt at staðnum. Ein skipsdagbók frá ókendum skipi er frá 1926, meðan ein onnur skipsdagbók frá Havgásini er frá 1957. Turkisperrur frá turkihúsinum á Gørðum. Og so gamla skriviborðið hjá Johan Dahl, vinnumálaráðharra, frá tíðini hann var stjóri á Gørðunum.

 

Eitt av meiri forvitnisligu tingunum er eitt vaðbein frá einum báti hjá D. J. Vilhelm sjálvum. Søgan sigur, at hann hevði lánt øðrum bátum, men báturin gekk burtur á einum túri. Einans vaðbeinið kom afturíaftur. Tað var funnið í sugguni í Kirkjubø.

 

Øll hesi gomlu, søguligu tingini verða nú sýnd fram í hølunum hjá handlinum á Gørðunum.