Møblarnir hjá TAKS aftur útboðnir

Møblarnir, sum skulu prýða nýggju hølini hjá TAKS á Skálatrøð, eru nú útboðnir á almenna keypsportalinum.

Tað var í novembur í fjør, at nakað av roki stóðst av, at TAKS hevði tikið av einum ávísum tilboði um møblar til sína nýggju móttøku á Skálatrøð.

 

Rokið stóðst av, at TAKS ikki hevði tikið av bíligasta tilboðnum, men heldur tí dýrasta, umframt at raðfestingin av krøvunum til møblarnar vóru broytt, í mun til upprunaliga fyrispurningin um tilboð. Endin var, at boð komu úr Fíggjarmálaráðnum, at veitingin av møblunum skuldu bjóðast út av nýggjum. 

 

Fyrispurningurin um veiting av møblunum liggur nú úti á almenna keypsportalinum, og hesuferð er greitt tilskilað, hvussu ymiskt treytirnar verða vektaðar. Hesuferð telur prísurin 60 prosent, meðan góðska og snið telur 40 prosent. 

 

Innlatingarfreistin er í morgin, og vinnarin verður kunngjørdur hósdagin.

 

Kundatænastan lat upp í nýggju hølunum 13. januar og nú verður skjótt klárt at flyta alla móttøkuna oman í nýggju hølini, tá nýggju møblarnir eru veittir.