MØ kemur á G!Festivalin

Kanska størsta altjóða navnið úr Danmark í løtuni, MØ, verður eitt av stóru nøvnunum á G! í ár.

 

Hesum boðar G!Festivalurin frá í morgun.

 

Hetta er greitt eftir at festivalurin hevur kunngjørt fyrstu 10 nøvnini á skránni gjøgnum vikuna. Onnur kend nøvn á skránni eru m.a. týski 80-ara elektro poppbólkurin Alphaville og donsku rappararnir Suspekt. Av føroyskum nøvnum eru Teitur, sum fer at hava eina serliga framførslu av “Poetry & Aeroplanes’ og Danny & The Veetos, sum spæla á G! sum einastu festivalframtraðkan í summar.

 

G! Festival erður hildin frá 13. til 15. juli í ár. Listin við tíggju teimum fyrstu nøvnunum á skránni hjá  festivalinum í ár eru sostatt hesi:

 

Mø (DK)

Alphaville (DE)

Suspekt (DK)

Bombino (NE)

Fil Bo Riva (IT)

Reykjavíkurdætur (ID)

Teitur framtørir ‘Poetry & Aeroplanes’

Danny & The Veetos

Konni Kass

200 framføra ‘Reytt Pass'